Um Okkum

Westtech er eitt smápartafelag, sum veitir ráðgeving innan bygging. Vit arbeiða tvørfakliga, har okkara aðalmál er at sniðgeva tínar dreymar við burðardyggum loysnum. Vit byggja alfólkaligan arkitektur, við stórum atliti til livandi føroyska landslagið.

Felagið veitir heildarráðgeving viðvíkjandi bygging, umvælingum og nýgerð. Vit arbeiða við býar- og bygdaplanlegging, gera byggisamtyktir og bygdaplanir. Vit projektera vegir og tekniskar veitingar fyri land og kommunur.

 

Síðani stovnanina í 1989 hava vit fingið nógvar royndir á byggiøkinum. Vit hava staðið fyri og loyst allahanda uppgávur so sum:


Býarplanlegging, økisskipan, bústaðarøkir, býarnýgerð, barnagarðar, vegagerð, vatn- og kloakkveitingar o.a., umframt tekniskar og fíggjarligar sundurgreiningar. Eisini eru uppgávur á privata økinum, bæði skrivstovu-, ídnaðar- og hotel- og sethúsabygging. Vit gera uppskot, projektera, byggja, gera avtalur, fíggjarætlan, rakstrarætlan og konsekvensmetingar.

 

Fyritøkan varð stovnað í 1989 av Jákupi á Stongum, Poul A. Jacobsen og Sofusi Jacobsen.

 

Í løtuni arbeiða Poul Arni A. Jacobsen, verkfrøðingur & civiløkonomur, Jákup á Stongum, arkitektur og Jóhan Petur á Stongum, verkfrøðingur innan arkitektur, í fyritøkuni. Vit halda til í Varðagøtu 1, í Sørvági.

Sniðgeving

Projektering

Eftirlit

Bygging