Westtech sP/F

Westtech sP/F er eitt smápartafelag, sum í fyrsta lagi veitir ráðgeving á byggiøkinum. Felagið varð stovnað í 1989 av arkitekti Jákupi á Stongum, verkfrøðingi & civiløkonomi Poul A. Jacobsen og civiløkonomi Sofusi Jacobsen. Arkitektur og verkfrøðingur hava prógv frá Keypmannahavn og Århus.
Í arbeiðinum hjá felagnum verða framkomin programmir brúkt - m.a. Archicad og Autocad - til myndlýsingar og verkætlanir.

Stað

Westtech sP/F heldur til í vakrasta økinum í Føroyum, og heilt tætt við Vága Floghavn. Í økinum búgva uml. 3000 fólk í trimum kommunum. Fólkatalið í økinum svarar til uml. 6% av samlaða fólkatalinum í Føroyum.

Endamál

Endamálið hjá felagnum er at veita heildarráðgeving viðvíkjandi bygging og nýgerð - líka frá hugskotinum og til lidna úrslitið.

Verkætlanir

Tær flestu av okkara verkætlanum eru viðvíkjandi projektering og eftirliti o.ø. av kommunalum uppgávum.
Býarráðlegging og økisskipan, nýggj bústaðarøkir, býarnýgerð, barnagarðar, vegagerð, vatn- og kloakkveitingar o.a., umframt tekniskar og fíggjarligar sundurgreiningar. Og eisini eru uppgávur á privata økinum, bæði skrivstovu-, ídnaðar- og hotelbygging og sethúsabygging. . Vit gera uppskot, projektering, avtalur, fíggjarætlan, rakstrarætlan og konsekvensmetingar.

Kundar

Kundar okkara eru kommunur, almennir stovnar, fyritøkur, parta- og smápartafeløg, og einstaklingar.
Flestu kundar okkara eru higani úr Vágum, men eisini úr øðrum kommunum í landinum.