Vælkomin til Westtech

Westtech sP/F er eitt smápartafelag sum í fyrsta lagi veitir ráðgeving á byggiøkinum. Felagið varð stovnað í 1989 av arkitekti Jákupi á Stongum, verkfrøðingi & civiløkonomi Poul A. Jacobsen og civiløkonomi Sofusi Jacobsen.
Endamálið hjá felagnum er at veita heildarráðgeving viðvíkjandi bygging og nýgerð - líka frá hugskotinum og til lidna úrslitið.
Kundar okkara eru kommunur, almennir stovnar, fyritøkur, parta- og smápartafeløg og einstaklingar.